Fjøllini standa úti - ORKA

Fjøllini standa úti - ORKA

  • Альбом: Livandi Oyða

  • Rok wydania: 2013
  • Język: islandzki
  • Czas trwania: 3:29

Poniżej tekst piosenki Fjøllini standa úti , wykonawca - ORKA z tłumaczeniem

Tekst piosenki „ Fjøllini standa úti ”

Oryginalny tekst z tłumaczeniem

Fjøllini standa úti

ORKA

Fjøllini standa úti

Huld í támi og surrandi flugum

Sveipa í vindi

Og lítla ljóðinum frá svongum rótum

Áirnar stoyta seg út í einki

Fjøllini syngja

Stórir operasangarar klæddir í grasi

Syngja fjøllini

Leggi stetoskopið móti bringuni

Eitt hjarta av gróti og vatni

Dukar móti oyrunum

Eg spyrji hjarta: «hvussu hevur tú tað»

Fjøllini standa einsamøll úti

Ongin bjóðar teimum inn

Míni fjøll standa køld úti í myrkrinum

Tey frysta míni fjøll

Stórar rúgvur av sjúkum gróti

Fjøllini líða av svøvnloysi

Leggi stetoskopið móti einum blómstri

Gjøgnum tveir plastik leidningar angar klænt lív

Fjøllini

Hava fepur

Míni fjøll syngja í ørviti

Anga av rósum og villum jarðberjum

Fjøllini sleppa ikki inn um kvøldarnar

At tú køld og tekur ímóti teimum

Tað er kalt at hava stjørnurnar til tekju

Inne utwory tego artysty:

Ponad 2 miliony tekstów piosenek

Piosenki w różnych językach

Tłumaczenia

Wysokiej jakości tłumaczenia na wszystkie języki

Szybkie wyszukiwanie

Znajdź potrzebne teksty w kilka sekund